«2018»Í dag«Aug»
    1 2 3 4 5
6 7 8 9 10 11 12
13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26
27 28 29 30 31    
M T M H F L S

Bústaður

Dagstovnurin Lítliskógur 
Djóna í Geilgøta 51 
FO-100 Tórshavn 
Faroe Islands

Tel skrivstovan.: 30 22 80

Leiðari: Jana Egholm
Fartel:   22 54 04 
T-post: janae@torshavn.fo

6 ára stovan: 78 70 67

Alvalund barnagarður: 78 70 65

Eikilund innara: 78 70 64

Eikilund uttara: 78 70 63

Vættralund innara: 78 70 62

Vættralund uttara: 78 70 61


Eikilund Innara

Eikilund innara er ein vøggustova, har 12 børn ganga í aldrinum 0-3 ár :)


Dagurin byrjar kl 7.30, tá Lítliskógur opnar. Morgunin byrjar oftast stillisilga við róligum virksemi. Vit lesa søgur, børnini spæla bilar, djór o.a. og tað er góð tíð til klemm og at sita undir og tílíkt.


Kl 9.30 hava vit samling.Til samlingina fáa børnini frukt, syngja sangir og hoyra søgur.


Eftir samlingina eru oftast meira skipað virksemi, vit fara túrar, túr til dunnurnar á Hoyvíkstjørn, túr oman í býin og heim aftur við bussi, túr oman á kaina at síggja bátar ella túrar í nærumhvørvinum, til Eysturvøllim, skógin beint við ella gongutúr runt um stovnin. Eisini eru vit í Fimi týsdagar og til tíðir verður givið rúm til kreativt virksemi, so sum at tekna, mála ella líknandi.


Vit arbeiða nógv í smáum bólkum, fara sjálvdan túr við allari stovuni. Hetta er fyri at tað skal vera meira tíð og betri møguleiki at geva tí einstaka barninum meira uppmerksemi.


Umleið kl 11 eta børnini matpakka (Mikudag er døgurði) og eftir tað fara børnini at sova úti í vogni.


Tímanir frá umleið 12-14 tá tey eldru børnini sova, hava tey lítlu børnini sum sova tvær ferðir um dagin stovuna fyri seg sjálvi. Tá hava tey nokk av plássi og friði at spæla og røra seg sum tey ynskja.


Um 14 tíðina og úteftir byrja børnini at vakna aftur. Tá fáa tey millummála og eftir tað er tíð til fría spælið, sum er sera umráðandi fyri børn. 


Alt í alt kann sigast at í Eikilund innaru trívast børn og vaksin sera væl :)