«2018»Í dag«Okt»
1 2 3 4 5 6 7
8 9 10 11 12 13 14
15 16 17 18 19 20 21
22 23 24 25 26 27 28
29 30 31        
M T M H F L S

Bústaður

Dagstovnurin Lítliskógur 
Djóna í Geilgøta 51 
FO-100 Tórshavn 
Faroe Islands

Tel skrivstovan.: 30 22 80

Leiðari: Gyðja Johannesen
Fartel:    
T-post: gydja@torshavn.fo

6 ára stovan: 78 70 67

Alvalund barnagarður: 78 70 65

Eikilund innara: 78 70 64

Eikilund uttara: 78 70 63

Vættralund innara: 78 70 62

Vættralund uttara: 78 70 61


 Eikilund Uttara

Eikilund uttara er ein vøggustova, har 12 børn ganga í aldrinum 0-3 ár.

Dagurin byrjar kl 7.30, tá Lítliskógur opnar. Morgunin byrjar oftast stillisliga við róligum virksemi. Vit lesa søgur, børnini spæla bilar, djór o.a. og tað er góð tíð til klemm og at sita undir og tílíkt.

Kl 9.30 hava vit samling. Til samlingina fáa børnini frukt, syngja sangir og hoyra søgur.

Eftir samlingina er oftast meira skipað virksemi. Vit fara út at spæla, túrar í nærumhvørvinum ella hava onkran aktivitet á skránni. Týsdag fara vit í Fimi við nøkrum børnum.


Vit leggja okkum eftir at skapa hóskandi menningarmøguleikar, í mun til menningarstøðið hjá einstaka barninum.
Vit arbeiða nógv við motorikki og sansastimbran, og ganga høgt uppí at børnini fáa motoriskar avbjóðingar og sansaligar upplivingar av øllum slagi.

Børnini eru oftast í smáum bólkum, tí fara vit sjáldan túr við allari stovuni í senn. Hetta er fyri at tað skal vera betri møguleiki at geva tí einstaka barninum uppmerksemi.