«2018»Í dag«Aug»
    1 2 3 4 5
6 7 8 9 10 11 12
13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26
27 28 29 30 31    
M T M H F L S

Bústaður

Dagstovnurin Lítliskógur 
Djóna í Geilgøta 51 
FO-100 Tórshavn 
Faroe Islands

Tel skrivstovan.: 30 22 80

Leiðari: Jana Egholm
Fartel:   22 54 04 
T-post: janae@torshavn.fo

6 ára stovan: 78 70 67

Alvalund barnagarður: 78 70 65

Eikilund innara: 78 70 64

Eikilund uttara: 78 70 63

Vættralund innara: 78 70 62

Vættralund uttara: 78 70 61


Matpakkahondin- ivast tú í hvat tú skalt geva barninum við í matpakkan? :) Hesi eru ráðini frá fólkaheilsuráðnum :)

 Matpakkahondin er eitt einfalt og hent amboð, tá tú fert til handils – og best av øllum - tær 

nýtist ikki innkeypsseðil 


Er matpakkin til børn, vaksin ella gomul, rík ella fátøk, vanabundin ella nýhugsandi, eru somu góðu 

ráð galdandi. Er matpakkin gjørdur eftir matpakkahondini, hevur tú ein heilsugóðan matpakka – ið 

er í samsvari við tey 8 kostráðini.


Umráðandi er, at matpakkin sær innbjóðandi út og er litfagur. Heilsugóði matpakkin inniheldur 

grovt rugbreyð, fiskaviðskera, soltnan viðskera og eitthvørt broyskið at gnaga í - frukt og grønmeti.

Hugsa tær, at matpakkin er deildur upp í fimm matvørubólkar, ein fyri hvønn fingur á hondini:


Tummil/Grønmeti: Gularót, agurka, piparfrukt, sjerrytomat, blómkál, brokkoli, ertrar, bønur, mais, 

radisur, kinaradisur, blaðsellarí, hvítkál. 


Fremstifingur/Breyð: Gott grovt rugbreyð, breyð, sum eru bakað við fullkornsmjøli, til dømis grovt 

pitabreyð og grovir bollar.


Longutong/Viðskeri: Hamburgaryggur, høsnarungabringa, kalkunbringa , skerpikjøt, soltin roykt 

eplapylsa, kjøtfrikadellur, soltið livurpostei, egg, soltin ostur, soltin smyrjiostur. 


Lekifingur/Fiskur: Makrelur í tomat, royktur makrelur, rogn, tunfiskur, fiskapylsa, laksapaté, 

royktur laksur, sild, turrur fiskur, fiskafrikadellur.


Lítlifingur/Frukt: Súrepli, pera, banan, appilsin, melón, jarðber, rosinur.