«2018»Í dag«Aug»
    1 2 3 4 5
6 7 8 9 10 11 12
13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26
27 28 29 30 31    
M T M H F L S

Bústaður

Dagstovnurin Lítliskógur 
Djóna í Geilgøta 51 
FO-100 Tórshavn 
Faroe Islands

Tel skrivstovan.: 30 22 80

Leiðari: Jana Egholm
Fartel:   22 54 04 
T-post: janae@torshavn.fo

6 ára stovan: 78 70 67

Alvalund barnagarður: 78 70 65

Eikilund innara: 78 70 64

Eikilund uttara: 78 70 63

Vættralund innara: 78 70 62

Vættralund uttara: 78 70 61


Menningarætlan


Inngangur

Í løgtingslóg nr. 67 frá 10. mai 2000 um dagstovnar og dagrøkt, sum seinast er broytt við løgtingslóg nr. 38 frá Mai 2006, er ein kunngerð um virksemi o.a. á dagstovnum og dagrøkt. Í kap. 3, grein 3 stendur: ”Dagstovnurin/Dagrøktin eigur at seta orð á, hvørji námsfrøðilig mál eiga at verða nádd fyri hvønn aldursbólk av børnum, og hvussu hetta skal setast í verk.”

Tórshavnar Kommuna setti ein arbeiðsbólk, mannaðan við starvsfólki frá dagstovnaøkinum og dagrøktini, og hesin arbeiðsbólkur orðaði ein frymil til námsætlan, sum dagstovnarnir kunnu nýta.

 

Frágreiðing um námsætlanina  

Starvsfólk á Lítlaskógi hava, á starvsfólkafundum og ráðleggingardøgum, arbeitt við at seta orð á tað, sum vit gera í gerandisdegnum.

Hetta hava vit síðani samlað saman í okkara námsætlan fyri Lítlaskóg. Fyri at tryggja góðsku í arbeiðinum, vilja vit javnan endurskoða og eftirmeta námsætlanina á stovufundum, starvsfólkafundum og ráðleggingardøgum.

Námsætlanin skal tryggja góðsku í arbeiði okkara, soleiðis,  at vit skapa karmar um, at børnini stimbrast og mennast so væl, sum gjørligt. Vit vilja brúka námsætlanina sum eitt konkret arbeiðsamboð, og seta okkum spurningin “gera vit tað, vit halda okkum gera?”.

 

Námsætlanin er býtt uppí 7 yvirskriftir:

 

·               Persónligir førleikar - barnið sum serstakt menniskja.

·               Sosialir førleikar - barnið sum ein partur av felagsskapinum.

·               Heilsa og rørsla - aktiva og sunna barnið.

·               Mál og samskifti - samskiftandi barnið.

·               Náttúra og umhvørvi - barnið sum partur av náttúruni.

·               Siðir og mentan -barnið sum partur av eini mentan.

·               Skapandi evni - skapandi og úttrykksfulla barnið.

 

Hvør yvirskrift er ein partur av eini størri heild, sum gongur inn í hvørt annað.

Vit síggja barnið sum eina heild, sum er føtt við ymsum førleikum, sum skulu mennast, og hevur barnið sín egna samleika, sum tað er týdningarmikið, at vit góðtaka. Tað er samstundis ógvuliga umráðandi fyri barnið, at tað kann virka í einum felagsskapi - í sosialum relatiónum.


Persónligir førleikar – barnið sum serstakt menniskja

Hvat vilja vit náa:

·         vit vilja styrkja samleikan, sjálvvirðið, sjálvskensluna og sjálvbjargni hjá hvørjum einstøkum barni.

·         vit vilja geva barninum kenslu av at verða nakað serstakt í bólkinum – hóast ymisleikan.

·         Vit vilja, at barnið í spælinum fær loyvi at koma í “flow” og harvið mennast.

 

Hvussu gera vit tað:

·         síggja og hoyra barnið,og  møta tí har tað er.

·         læra barnið at seta orð á sínar kenslur, um ein er kedd/ur, glað/ur, ill/ur.

·         lurta og virða, tá barnið setur mørk.

·         leggja stóran dent á at barnið lærir, at ein er nóg góð/ur, sum ein er.

·         At vit vaksnu viðrað spælið og geva barninum frið til at fordjúpa seg og lata tað spæla og spæla....

 

Hvussu síggja vit, at tað eydnast:

·         barnið er trygt, trívist og mennist.

·         barnið klárar seg í einum bólki og megnar at seta egnan tørv til viks eina løtu.

·         barnið er forvitið og hevur dirvi til at møta nýggjum avbjóðingum.

 

Sosialir førleikar – barnið sum partur av felagsskapinum 

Hvat vilja vit náa:

·         At barnið skilir sosialar spælireglur, lærir at lesa støður, og at koma sær uppí spæl.

·         At barnið torir at standa fram og traðka aftur og hvílir í tí.

·         At barnið sjálvt dugir at seta orð á kenslur og tørv bæði hjá sær sjálvum og hjá hinum.

·         At barnið lærir at vísa empati, at seta seg inn í støðuna hjá øðrum.

·         At barnið kennir felags ábyrgd og kennir seg sum ein part av einum felagsskapi.

·         At barnið lærir at loysa tvístøður.

 

Hvussu gera vit tað:

·         seta orð á tað, sum barnið ger, og fáa barnið at seta orð seg sjálvt, tankar og gerðir.

·         taka barnið í álvara í hvørjari støðu, tað er í. Hjálpa og stuðla tí í at seta orð á ynskir og kenslur – á, hvat tað vil og følir.

·         eggja barninum til sjálvt at loysa tvístøður, og um tað gerst neyðugt, eru vit vaksnu til taks at hjálpa barninum og vegleiða tað.

Skapa karmar um góðar felagsskapir og vinaløg á stovuni og á stovninum sum heild.

 

Hvussu síggja vit, at tað eydnast:

Merkja á barninum, at tað trívist -  í bólki og har, tað er. Spælið gongur væl, barnið tekur intiativ og fordjúpar seg. Færri tvístøður. Gott samanhald. Flow...

 

Skapandi evnir – skapandi og úttrykksfulla barnið 

Hvat vilja vit náa:

·         at barnið mennir síni skapandi evnir og sleppur at verða kreativt.

 

Hvussu gera vit tað/hetta gera vit:

·         Vit geva barninum møguleikar fyri íblástri, bæði inni og úti. Hetta kann vera í nærumhvørvinum, fjøruni, haganum og á ymiskum túrum.

·         Hava evnisdagar og evnisvikur og fylgja árstíðini.

·         Verða virkin vaksin, ið geva barninum íblástur.

·         Lata barnið undrast og verða forvitið. Saman við barninum leita eftir svarunum og seta aðrar og nýggjar spurningar saman við tí.

·         Við at lata leikur og tilfar standa frammi og verða til taks hjá barninum, soleiðis, at tað fær ment síni skapanarevnir.

 

Hvussu síggja vit, at tað eydnast:

Barnið er forvitið og áhugað og hevur gott hugflog. Hetta sæst aftur í spælinum og í tí, barnið tekst við.

 

Heilsa og rørsla – virkna og sunna barnið

Hvat vilja vit náa:

·         At barnið er væl fyri kropsliga.

·         At barnið gerst tilvitað um rørslu og sunnan/góðan mat.

·         At barnið gerst tilvitað um reinføri.

 

Hvussu gera vit tað/hetta gera vit:

·         geva barninum avbjóðingar, soleiðis at tað kann menna bæði fín og grov rørslur. T.d perla, klippa, lita, ganga túrur í ymiskum lendi, súkkla og brúka tey amboðini vit hava á Beranum og Lundini. Har eru t.d madrassir, rimar at klætra í, heingikoyggjir, kúlubað, skreiðibreyt o.a.

·         stimbra sansirnar hjá barninum, millum annað spæla við vatn, sand, gera gandadeiggj, lurta eftir tónleiki, ljóðum í náttúruni, eta ymiskan mat til millummála, uppliva kulda og hita, vind og regn.

·         læra barnið at vaska hendur og greiða tí frá hvønn týdning tað hevur fyri heilsuna.

·         eta frukt hvønn dag og eggja barninum til at eta sunt og gera tað tilvitað um sunnan mat.

 

Vit merkja at tað eydnast tá ið:

Barnið kennir seg væl kropsliga, etur heilsu góðan mat, kennir til reinføri og barnið gerst sjálvstøðugari.

 

Mál og samskifti – samskiftandi barnið

Hvat vilja vit náa:

·         Barnið lærir at samskifta, bæði við børn og vaksin.

·         Barnið lærir at avlesa onnur, hervið eisini kropsmál.

·         Barnið lærir at seta orð á gerðir, kenslur og tørv - og at lurta eftir øðrum.

·         Barnið lærir sang, rím, ramsur og søgur.


Hvussu gera vit tað/hetta gera vit:

·         Nærverandi og týðilig vaksin, ið seta orð á seg sjálvan og á barnið, t.d. eg síggi at nú ert tú kedd/ur ella nú letur tú teg í jakkan – eg vaski borið fyrst, so fari eg at seta spølini á borið.

·         Lesa søgur, syngja og tosa við barnið um eitthvørt, tað er upptikið av, um túrar vit hava verið o.a.

·         Vit eru tilvitað um at tosa væl føroyskt við børnini.

·         Nýta tekn til talu.

 

Hvussu síggja vit at tað eydnast:

·         Barnið dugur væl at spæla og skilja spælireglur.

·         Barnið dugur at seta orð á egnan tørv og kenslur.

·         Barnið dugur at seta mørk og virða mørkini hjá øðrum.

 

Náttúra og umhvørvi – barnið sum partur av náttúruni

Hvat vilja vit náa:

·         At barnið gerst tilvitað um náttúruna og virðir hana.

·         At barnið gerst tilvitað um djór, plantur, smákykt og um veður og vind.

·         At barnið lærir at kenna nærumhvørvið: fjørðuna, Skansan, Hoyvíkstjørn og onnur støð.

·         At barnið fær ment sínar sansir og gerst kropsliga tilvitað. 

 

Hvussu gera vit tað:

·         Fara túrar t.d í fjørðuna, Hoyvíkstjørn, Viðarlundina, Svartafoss og Skansan.

·         Greiða barninum frá um náttúruna, djóralív, plantulív, um veðurlagið. Hetta kann t.d. gerast á túrum og í kunningini.

·         Vit tosa um dálking og um burturkast, og um, hvussu vit kunnu hjálpa náttúruni at vera rein.

·         Vit eru úti í øllum veðrið, so barnið lærir at kenna mun á veðrinum, nær tað er sól, regn, turt, vindur, stilli, kavi, mjørki og nær ælabogin stendur á luftini.


Hvussu síggja vit, at tað eydnast:

·         Barnið er tilvitað um náttúruna og fer væl um hana.

·         Barnið er forvitið, undrandi, hevur gott hugflog og spælir væl úti.

·         Barnið er væl fyri kropsliga og menninst.

 

Siðir og mentan – barnið sum partur av einari mentan

Hvat vilja vit náa:

·         At barnið gerst kunnugt við siðir og mentan.

·         At barnið fær vitan um ymisk evnir, so sum ævintýr, høgtíðir, merkisdagar og vitan um, hvørjir siðir hoyra til hvørja árstíð o.a.

·         At barnið fær góðar og mennandi upplivingar bæði á stovninum og uttanfyri stovnin t.d. fara til sjónleik og konsertir.

 

Hvussu gera vit tað:

·         Fyri at vísa børnunum á listarliga mentan fara vit til ymisk tiltøk t.d. vitja Norðurlandahúsið, fara til sjónleik, filmssýning ella konsert hjá Symfoniorkestrinum. Eisini kann ein túrur gerast á Listasavnið.

·         Eisini hava vit afturvendandi tiltøk á Lítlaskógi so sum fastalávint, sól og summardagur, jólahald, foreldrakaffi/morgunmat og evnisdagar/vikur.

 

Hvussu síggja vit at tað eydnast:

Tá ið vit hoyra, at barnið kennir okkara siðir og mentan.