Góðu foreldur

Í komandi viku fer allur Lítliskógur at arbeiða við  evninum "Vinir".

Vit fara at vera upptikin, av hvat tað er,   at vera góður vinur,  um umsorgan, hjálpsemi, ymiskleikan  og nógv  annað.

Fyrrapartar verða børnini býtt í bólkar eftir aldri, og so fara tey runt í verkstovur, har tey á ymsar hættir,  so sum gjøgnum leik, upplestur, at mála, sansaspøl,  sang  o.a. verða upptikin av evninum  vinir.

Ætlanin  er, at gera  eina framsýning á Beranum figgjadagin,  har vit eisini bjóða tykkum (hjarta) vaflir :), tá tit koma eftir børnunum.

Vinarliga starvsfólkið