Í farnu viku og hesa vikuna hava øll børnini á Lítlaskógi luttikið á ymiskum jólaverkstøðum :)

Stovurnar hava hvør sær skipa eitt jólavirksemi, ið børnini kunnu royna. Børnini hava síðani skiftisvís verið runt á teimum ymisku stovunum, til tey ymisku jólavirksemini :)

Í morgin er seinasti dagur við verkstøðum.

Børnini hava málað jólaprýði, perla jólaprýði, klipt og prýtt jólatrøð, baka piparnøtur, verið til jólasøgur/sangir og í dag var jólagudtænasta og jóladøgurði :)

Tað er so heilt sikkurt, at gott jólalag vantar ikki á Lítlaskógi ;)