Kunningarskriv fyri fyrru hálvu í 2011.

 

Fyrst vilja vit ynskja tykkum eitt gott nýggjár, og takka fyri gott samstarv í 2010.

 

01 feb.  :     Halda vit 21 ára-føðingardag fyri Lítlaskógi, vit bjóða tykkum ein drekkamunn á Beranum frá kl. 15.00-17.00.

07. mars:    Føstulávintsmánadag sláa vit tunnu.

Í viku    :      11 og 12. er verkætlan á stovninum.

08 apríl  :    Ráðleggingardagur, hendan dagin er stovnurin stongdur.

Í viku 23:   Sól og summar dagur ímillum 15.15 og 17.00.

 

Sól og summardagur er eitt afturvendandi tiltak her á Lítlaskógi, vit tendra grillurnar, hava salat, saft, the, kaffi og annað ið har til hoyrir, tit hava tað við sum tit vilja leggja á grilluna, til tykkara familju.

                      Stovnurin er stongdur í viku 28 – 29 – 30.

 

 

____________________________________________________________________

 

Foreldragjald 2011.

 

Vøggustovupláss kr. 2.357 um mánaðin í 11 mánaðir um árið.

Barnagarðspláss kr. 1.469 um mánaðin í 11 mánaðir um árið.