Kommunurnar hava í dag gjørt av at steingja barnagarðar, vøggustovur og frítíðarskúlar hósdagin. Hetta er orsaka av verkfalinnum, sum Pedagogfelagið hevur boðað frá at byrja í morgin klokkan 7.

Tað skrivar Kringvarpið á heimasíðuni.

Umleið 160 limir í Føroya Pedagogfelag fara í verkfall í morgin. Talan er um leiðarar, varaleiðarar og samskiparar.

Allir kommunalir dagstovnar steingja, men sum skilst letur Almannaverkið tó ikki stovnar aftur.