1. Veturin kom við kulda og kava,

ringt er hjá seyðinum, hart er at skava,
kalt er í berligum bóli.
Lágt stendur sólin, og tíðliga skýmir,
burtur úr túninum hundurin rýmir,
inni situr kúrandi Óli.

2. Gler er í á og skalvur í brekku;
rínur og hvínur í hvørjari sprekku;
Óli er grammur í huga,
situr og hugsar um summar og gleði,
fuglur var kátur, og lambið var fegið;
nú hómast ikki ein fluga.

3. Omman á bríkini sigur frá søgum,
abbin úr fjøruni kemur við øðum,
oman kemur maður av Gørðum.
“Kóka nú kaffi, set rokkin til reiðar!”
Hugnaligt í stovu, um frystir eru teigar.
Har kemur Klæmint við kørðum.

[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=Eb2tddQ2f0A]