Onnur tíðindi

Áhugaverd grein

14. august 2020

Vit í Lítlaskógi hava eina djúpa sannføring um nettupp tað, sum hendan greinin ger vart við. Børn læra í gjøgnum spæl. Tey skulu sleppa at spæla sum longst! Vit síggja ein vanda í, at so nógvir forskúlar  spretta í Havnini nú, tí tað kann hava við sær, at børn ikki sleppa at spæla eins nógv. Ikki tí; forskúlar eru ymiskir. Men okkara stúran er, at beinaveg vit kalla eitt tilboð “-skúla”, fáa vit eina hugsan um at sita við eitt borð og gera skúlating.

Náttúran hevur givið okkum spælið at læra og mennast ígjøgnum. Tá børn spæla, læra tey! Besta og týdningarmesta fortreyt fyri læring er motivatión. Í spælinum er motivatiónin í topp. Vit vaksnu kunnu so eggja til at spælið fer ein ávísan veg, fyri at víðka sjónarringin hjá børnunum.

Forsker: Drop skoletræning og dyrk legen