Døgurði
Vit fara at bjóða børnunum heitan døgurða 3 ferðir áðrenn jól.
Tveir mikudagar verður tað fiskafrikadellur, epli og gularøtur. Tit kunnu lesa meira um hetta á talvuni uttanfyri stovurnar hjá børnunum.
Í desember hava vit vanliga jóladøgurða tann dagin vit fara í kirkju, og tað ætla vit okkum eisini í ár. Prestur hevur ikki sett dato á, nær vit fara til gudstænastu, men tit fáa kunning so skjótt vit vita.
Hesir tríggir døgurðar kosta 60 kr fyri hvørt barn.