Onnur tíðindi

Foreldrafundur

28. august 2020

Vanligt er, at vit hava ein foreldrafund um heystið. Tá plaga vit at sita øll saman til felags framløgu, og síðan fara foreldur út á stovurnar hjá børnum sínum.

Í ár skal alt vera øðrvísi, ikki tykkum at siga. Vit vilja tó so fegin hitta tykkum foreldur, tí samstarvið millum heim og stovn er so sera týdningarmikið.

Tí fara vit at bjóða foreldrum á einari stovu í senn til fundar. Fundirnir verða í viku 39. Tað vil siga millum 21. og 25. september.

Tit fáa meiri kunning seinni.