Onnur tíðindi

Framvegis Corona…

19. maj 2020

Her kemur ein áminning um, at vit enn hava nøkur tilmæli, sum vit skulu halda, bæði foreldur og starvsfólk. Tað, sum foreldur skulu minnast til eru hesi tingini:

  1. Leikur skulu ikki við í barnagarð enn. Súkklur kunnu sleppa við, men einki annað.
  2. Foreldur skulu hjálpa barninum at vaska hendur, tá tit koma um morgunin.
  3. Foreldur kunnu koma inn í gongina, men skulu ikki inn á stovuna hjá barninum. Sigið farvæl við hurðina ella í vindeyganum. (starvsfólk taka í móti matpakkum osv, um barnið ikki er ført fyri at bera matpakkan inn)
  4. Tá børn koma og verða heintað, skal bert eitt fólk inn í gongina við og eftir barninum. Hini bíða í garðinum (systkin, annað foreldur o.o.)

 

Í løtuni er eingin smitta í landinum. Men væntast kann at hon blussar upp aftur knappliga. Tá/um hetta hendir, so herða vit sjálvandi tiltøkini umgangandi! Men inntil tá, so halda vit okkum til hesar mannagongdir.