Onnur tíðindi

Innbrot í Lítlaskógi

31. juli 2020

Sum tit kanska hava hoyrt í fjølmiðlum, var innbrot á stovninum hjá okkum náttina eftir ólavsøku, og eldur settur á. Hetta var í lítlu gongini millum skrivstovuna og starvsfólkarúmið. Eldurin náddi ikki at festa ordiliga í, lítil og eingin skaði er av eldinum. Roykur hevur tó breitt seg um næstan alt húsið, og sterkur luktur er av royki.

Stovnurin verður vaskaður, og roynt verður at fáa luktin burtur. Men vit biðja tykkum at bera yvir við okkum, um lukturin ikki er heilt burturi, tá vit opna aftur mánadagin.

Her er leinkja til grein um málið á Portalinum:

https://portal.fo/dagur-31757/innbrot-a-dagstovni-i-havn.grein