Onnur tíðindi

Jólakalendari við rørslum

7. december 2020

Í ár hava vit ein øðrvísi jólakalendara. Hvønn morgun kl 10 samlast vit øll í Lundini (ella úti), og opna eina lúku.

Hetta er ein kalendari, sum Poula hevur funnið her: https://kroppenpaatoppen.dk/kroppen-paa-toppen/ 

Hvønn dag er okkurt spæl ella ein rørsla. Vit halda at børnini eru sera glað fyri hetta tiltakið. Tað er gott at røra kroppin, men eisini er tað gott fyri felagsandan í húsinum, at vit øll eru saman um hetta.