Onnur tíðindi

Kunning í sambandi við Corona virus – Herd tiltøk

12. marts 2020

12.03.2020

Virksemi á dagstovnaøkinum skert frá í seinasta lagi mánadegnum 16.03. 2020 og í fyrstu atløgu í 14 dagar fram.
Frá mánadegnum verður dagstovnavirksemi bert opið fyri børnum hvørs foreldur av neyðsynjar arbeiðið hava tørv á dagstovnavirksemi til teirra børn.

 Hetta er galdandi fyri børn í vøggustovu og barnagarðsaldri, tey ið lúka hesi krøv
 Børn í forskúlaaldri kunnu koma í forskúla fyrrapart og í frítíðarskúla seinnapart, tey ið lúka hesi krøv
 Børn í frítíðarskúlaaldri, 1. og 2. flokkur, kunnu koma í skúla fyrrapart og í frítíðarskúla seinnapart, tey ið lúka hesi krøv
 Frítíðartilboði til 3. floks børn, kunnu koma í skúla fyrrapart og í frítíðartilboð seinnapart, tey ið lúka krøv
 Ungdómshúsini eru ikki opin

Í hesum sambandi skulu foreldur, ið hava tørv á dagstovnavirksemi, boða frá hjá dagstovnaleiðaranum, nær tey hava tørv á dagstovninum og við hvørji orsøk. Hetta skulu foreldur gera í seinasta lagi kl. 13. fríggjadagin 13.03.2020, so virksemi kann skipast.
Dagstovnaleiðarin á hvørjum stovni skipar virksemi soleiðis, at hesi eru undir mest møguligari trygd og til minst møguligan ampa fyri børn og starvsfólk.
Barna- og ungdómsdeildin Tórshavnar kommuna