Onnur tíðindi

Kunning í sambandi við eldsbruna.

21. september 2020

Kunningarskriv 21. sept 2020

Góðu foreldur.

Sum kunnugt, var roynd gjørd at seta eld á í Lítlaskógi leygarkvøldið 19. sept. Tíbetur var skaðin  ikki stórur, tó er sót og roykluktur. Dveylan reingerðafirma er í dag og vaskar, tey koma eisini inn mikudagin 23. sep og í vikuskiftinum, fyri at gera arbeiðið liðugt.

(Tað merkir ikki at vit hava stongt mikudagin! Tey vaska klædnarúmini meðan vit eru her)

Í sambandi við reingerðina vilja vit heita á tykkum foreldur, um at taka øll klæðini úr klædnaklivunum hjá børnunum í morgin, týsdag 22. sept, tá tit fara heim við børnunum.

Vit starvsfólk hava øll verið samlað í dag við sálarfrøðingi. So vit eru til reiðar at taka væl ímóti børnunum aftur í morgin, týsdag 22. sept.

Vit gleða okkum at síggja tykkum aftur í morgin

Um eitt hvørt er, spyr á stovuni ella Gyðju