Onnur tíðindi

Linkað tilmæli 😊

4. september 2020

Kommunufelagið hevur avgjørt at dagstovnarnir kunnu linka smittuverjandi tiltøkini.

Tí verður frá mánadegnum 7. september galdandi at:

  • Foreldur kunnu koma inn til klædnaklivarnar hjá børnunum. Eingin avmarking hvussu nógv eru inni í senn.
  • Framvegis skulu foreldur ikki koma inn á stovurnar.
  • Foreldur hjálpa børnum at vaska sær um hendur, tá tey koma og fara. EINGI UNDANTØK.
  • Fruktskipanin fer aftur til tað vanliga: hvørt barn hevur 3 fruktir við um vikuna.
  • Børnini kunnu aftur ganga inn á hinar stovurnar, og vit kunnu brúka Beran og Lundina.

 

Hetta verður galdandi nú, meðan eingin smitta er leys í samfelagnum. Kemur smitta aftur, so fara vit sjálvandi beint aftur til tey tiltøkini, sum hava verið í gildi í seinastuni.