Øðrvísi jólahald
Í ár verða vit noydd at skipa jólahaldið á ein annan hátt enn vanliga, vegna Corona.
Vit halda tað er alneyðugt at tey elstu børnini sleppa at framføra sjónleikin fyri sínum foreldrum, og eisini at krabbarnir sleppa at ganga Lucia. So okkurt verður heilt avgjørt! Hugskotið, sum vit arbeiða við, er at hava ein lítlan kaffimunn í garðinum onkran seinnapart, tá veðrið er til vildar.
Ætlanin er ikki liðug enn. Tit fáa kunning, tá tað nærkast 🙂