Siðir

Sól og summardagur

Í juni hava vit ein sól og summardag úti í garðinum. Vit hava ein pylsuvogn har øll kunnu fáa sær okkurt gott til matna. Omaná fáa vit okkurt søtt til góman aftur við einum te- ella kaffimunni. Hetta er ein sera hugnaligur og væl dámdur dagur har nýggja og gomul foreldur verða samansjóðað.

Myndatøka

Um heystið kemur fotografur at taka myndir av børnunum.

Jólahald

Á Lítlaskógi hava vit valt at hava jólahaldið ein leygardag, ti vit halda at hetta er ein hugnaligur dagur fyri bæði børn og foreldur. Dagurin byrjar við framførslu av sjónleiki hjá 6-ára stovu børnunum, síðan er luciagongd og eftir tað dansa vit um jólatræðið. Vit enda við einum drekkamunni og góðum køkur inni á stovunum, har jólamarðurin kemur við pakkum.

Føðingardagur

Lítliskógur lat upp 1 feb. Hendan dagin hátíðarhalda vit við einum felags drekkamunni og lagkøku á Beranum.

Føstulávint

Føstulávintsmánadag sláa vit tunnu. Tá eru børnini vælkomin grýluklødd.