Onnur tíðindi

Stovur flyta

23. oktober 2020

Góðu foreldur.

Vit fara at gera eina broyting á stovninum.

Ætlanin er, at stovurnar Álvalund bg og vøggustovan Eikilund innara býta um stovu. Tað vil siga, at tað bert eru hølini, sum broytast. Børn, vaksin og leikur fylgjast.

Hetta velja vit at gera, fyri at røkka okkara pedagogisku málum betur.

Í fyrsta lagi halda vit tað vera gott fyri børn at vera í blandaðum bólki, so stór og smá læra av hvørjum øðrum.

Í øðrum lagi fáa vit betri javnvág í starvsfólkasamansetingini í húsunum í mun til aldur, royndir og útbúgving. Hetta fer at gera dynamikkin í húsinum enn betri.

Flytingin fer helst fram í komandi viku.