Onnur tíðindi

Súkklur

18. juni 2020

Vit fara at biðja tykkum um at lata súkklur standa uttanfyri garðin. Børnini skulu nokk sleppa at súkkla í garðinum, men tørvur er á at skipa tað eitt sindur betur. Av tí at spæliplássið er undir umvæling, er minni pláss til okkara 100 fittu børn, og onkrar løtur er nakað trongligt. Í teimum løtunum er tað eitt sindur óheppið at nógvar súkklur drøna aftur og fram, og óhøpp kunnu standast av. Tí fara vit at royna at skipa tað betur, so súkklurnar kunnu vera í brúk, tær løturnar ikki so nógv børn eru í garðinum í senn.