Onnur tíðindi

Summaransing 2020

12. maj 2020

Foreldur í Tórshavnar kommunu, ið hava pláss fyri
neyðini frá 13. juli til 31. juli 2020 (vika 29, 30 og
31), tá ið stovnarnir annars eru stongdir, verða
vinarliga biðin um at skráseta seg á heimasíðuni
torshavn.fo ➔ kommuna ➔ sjálvgreiðsla.

Freistin er týsdagin 2. juni 2020 kl. 12.00. Boðað
verður frá seinni, hvør stovnur er opin.

Tilmeldingin er bindandi, og tað er umráðandi, at
barnið møtir teir dagar, sum eru fráboðaðir.
Barnið er tilmeldað, tá ið tú hevur fingið sendandi
váttan við t-posti um, at barnið er skrásett.