Um okkum

Dagstovnurin Lítliskógur

 

Adressa:                       Djóna í Geil gøta 51
Upplatingartíð:            Kl. 07.30 – 17.00
Telefonnr:                    302370

Leiðari:                        Gyðja Johannesen
Varðaleiðari:               Tórun Andreasen
Álitsfólk:
Trygdarumboð:
Teldupostur:                 gydja@torshavn.fo

 

Stovurnar

Vættralund uttara, tlf: 787061
vattrautt@torshavn.fo    

Vættralund innara, tlf: 787062
vattrainn@torshavn.fo 

Eikilund uttara, tlf: 787063
eikivogg@torshavn.fo  

Eikilund innara, tlf: 787064
eikivogginn@torshavn.fo

Álvalund barnagarður, tlf: 787065
alvabarn@torshavn.fo    

6-ára stovan, tlf: 787067
alvaskul@torshavn.fo 

 

Lýsing av stovninum

Dagstovnurin Lítliskógur lat upp 1 feb. 1990
Lítliskógur liggur á fríøki, nær við lítlan skóg, fótbóltsvøll (eysturvøllin), fjøru, Hoyvíkstjørn og Skansan.
Á stovninum eru tríggjar barnagarðsstovur við 3-5 ára gomlum børnum, tvær vøggustovur við 0-3 ára gomlum børnum og ein skúlastova við 6 ára gomlum børnum.
Stovurnar eru deildar upp í tríggjar eindir: Vættralund, Eikilund og Álvalund. Í hvørjari eind eru tvær stovur. Í Vættralund eru tvær barnagarðsstovur við 18 børnum, í Eikilund  eru tvær vøggustovur við 12 børnum og í Álvalund er ein barnagarðsstova við 17 børnum og ein 6 ára stova við 17 børnum.

 

Umstøðurnar á Lítlaskógi

Afturat stovunum hava vit ymisk onnur rúm:

Berin er eitt sentralt høli, ið er eitt stað har børn út teimum ymsu stovunum møtast. Har er kúlubað, stór madrassa, reiggir, heingikoyggjur o.a. Harafturat er møguligt at taka fram reiðskap til kropsligt virksemi/stimbran. Berin verður eisini nýttur til størri felagsvirksemi, so sum sangløtu, jólahald, føðingardag hjá stovninum o.a.

Lundin er eitt felagshøli, ið virkar í vissan mun á sama hátt sum berin. Eisini eru ymisk sløg av klatriveggum o.a. har.

Íblástur er verkstaðurin, har børn hava møguleikan at menna sín skapanarhug og evni. Alt tilfar stendur frammi, so sum perlur, máling, pappír, lørift, fjaðrar, sum børnini hava møguleika at nýta.

Garðurin er karmur um fríluftsvirksemið á sjálvum stovnsøkinum. Garðurin hevur asfalterað øki, har børnini kunnu sparka fótbólt og kunnu koyra og súkkla á akførum, ið eru til taks á stovninum. Eisini er náttúruøkið við brøttum, ójøvnum bøi. Harumframt skreiðibreyt, klíviborg/stativ, reiggjur, dandur, spælihús, sandkassar og hyljar.