Val verður týsdagin!
Í sambandi við kommunuvalið týsdagin, so verður eisini val í Lítlaskógi.
Børnini fara at velja millum tríggjar døgurðarættir, og vinnarin verður so døgurðin mikudagin.
Ein av uppgávunum hjá okkum, sum er lýst í dagstovnalógini er “at menna og menta” børnini. Her er eitt gylt høvi at tosa við børn um demokrati, val og stýrisskipan, sjálvandi eftir aldri og menningarstøði hjá hvørjum barni 🙂
Mikudagin er óneyðugt at hava matpakka við