Vit herða Corona tiltøkini aftur
Nú landið er opnað, og smitta kann væntast at síggjast aftur í Føroyum, fara vit at herða verjandi tiltøkini hjá okkum aftur.
- Bert 1 foreldur/vaksið fólk kemur inn á stovnin við og eftir hvørjum barni. Onnur bíða uttanfyri í garðinum.
- Í barnagarðsstovunum koma foreldur bara inn í durin við børnunum
- í vøggustovunum kunnu foreldur koma inn til klædnaklivan hjá barninum.
- Í øllum førum kemur bert eitt barn við vaksnum inn í senn. Onnur bíða uttanfyri. Vit royna at gera skjótt av.
- Øll børnini skulu vaska hendur, tá tey koma og tá tey fara. Foreldur minna størri børnini á tað. Í vøggustovuni hjálpa foreldur barninum at vaska hendurnar væl,
- Framvegis verður stongt millum lundirnar, og børn sleppa at ganga millum samanliggjandi stovur, men ikki millum húsini.
- Vit fara at skiftast um at brúka garðin, so barnabólkarnir ikki blandast óneyðugt.
Undantak verður gjørt í sambandi við innkoyringar. Foreldur sleppa inn við nýggjum børnum.