Vit opna mánadagin 17. august
Í tí sambandi hevur Tórshavnar Kommuna gørt hesi tilmæli:
- Børnini skulu ikki hava leikur við á stovn.
- Børnini skulu hava tveir matpakkar við, ein til millummála og ein til á middegi.
- Starvsfólk skulu spritta allar yvirflatir, vesir, handtøk og kontaktir tvær ferðir um dagin.
- Foreldur at fleiri børnum skulu avlevera børnini í heimastovunum.
- Starvsfólkafundir, foreldarfundir og onnur líknandi tiltøk skulu avlýsast ella umskipast soleiðis at frástøðan kann haldast. Mælt verður tí til, at neyðugir fundir verða hildnir uttandura í frástøðu ella við at nýta telduskipanir.
- Børnini skulu altíð hava nokk av skiftiklæðum, regnklæðir, gummistylvar og heit klæðir við, tí mælt verður til, at børnini eru úti, so nógv sum til ber.
- Foreldur verða biðin um at siga frá á dagstovninum, nær børn teirra koma á dagstovnin hvørja viku, soleiðis at dagstovnaleiðarir hava møguleika fyri betri at skipa dagliga virksemið.
- Foreldur, sum avlevera børn síni um morgunin skulu avlevera matpakkar og klæðir á plássinum hjá barninum og ikki fara inn á stovnin.
- Vit mæla foreldrum til at brúka masku/munnbind tá komið verður á stovn og tá heintað verður.
- Eisini minna vit á, í sambandi við ferðing uttanlands, at epideminevndin mælir til, at man heldur seg heima til kanningin á sætta degi fyriliggur negativ. Hetta er galdandi fyri bæði børn og starvsfólk.